Fá Samleikan við útlendskum passi
Fólk, ið hava P-tal, men ikki hava danskt ella føroyskt samleikaprógv, kunnu eisini søkja um Samleikan. Tey skulu hava eitt samleikavitni, sum við trú og heiður váttar samleikan hjá teimum.
Niðanfyri er vegleiðing um, hvussu tú fært Samleikan við útlendskum passi.
Tá ið tú bíleggur Samleikan við útlendskum samleikaprógvi, skalt tú hava eitt samleikavitni at vátta tín samleika.
Samleikavitni skal hava føroyskt ella danskt samleikaprógv (koyrikort ella pass), hava P-tal og vera eldri enn 18 ár.
Samleikavitni kann senda váttanina inn í Mínboks ella lata hana inn á Staravegi 9 í Havn. Um tað verður sent við Mínboks, er móttakarin Mínboks. Í leinkinum niðanfyri sært tú, hvussu tú sendur post við Mínboks.
Niðanfyri er skjalið, ið skal brúkast sum trú og heiður váttan. Samleikavitnið skal undirskriva skjalið, áðrenn tað verður latið inn.
Tá ið tú hevur bílagt Samleikan, skalt tú ringja til brúkaratænastuna á telefon 1881 (+298 351881) og avtala ein videofund.
Tryggja tær, at samleikavitnið hevur sent inn váttanina áðrenn. Vit kunnu ikki halda fundin uttan alla neyðugu skjalfesting.
Tá fundurin er avtalaður, senda vit tær teldupost við leinki til Teams fundin. Fylg vegleiðingini í teldupostinum.
Fundirnir kunnu haldast á føroyskum, enskum og skandinaviskum máli. Um tú ikki tosar hesi mál, skalt tú tryggja tær, at ein umsetari er við á fundinum. Leinkið til fundin kann víðarisendast til viðkomandi.
Aftaná fundin viðgera vit umsóknina. Hetta kann taka 1-3 yrkadagar. Tú fært beinleiðis boð, tá ið Samleikin er klárur at virkja.
Umsøkjarar kunnu brúka pass úr londum kring allan heim at vátta sín samleika.
Gev gætur at pass úr fýra ávísum londum ikki verða góðkend í Samleika appini. Hesi lond eru: Kuba, Iran, Norðurkorea og Sýria.
Um tú hevur pass úr hesum londum, kanst tú ikki bíleggja Samleikan í appini. Tú mást møta upp hjá brúkaratænastuni á Staravegi 9 í Havn.
Ring 1881 og bílegg tíð frammanundan.