Fá Samleikan við útlendskum passi

Fá Samleikan við útlendskum passi

Fólk, ið ikki hava danskt ella føroyskt samleikaprógv, kunnu eisini søkja um Samleikan. Tey skulu hava eitt samleikavitni, sum við trú og heiður váttar samleikan hjá teimum.

Niðanfyri er vegleiðing um, hvussu tú fært Samleikan við útlendskum passi.

Samleika appin

Tak Samleika appina niður á telefon og teldil frá App Store ella Google Play.

App Store            Google Play

Fylg vegleiðingini í appini og bílegg Samleikan. Tá ið tú verður spurd/ur um samleikaprógv, skalt tú velja pass.

Í videovegleiðingini niðanfyri sært tú, hvussu tú bíleggur Samleikan.

Samleikavitni

Tá ið tú bíleggur Samleikan við útlendskum samleikaprógvi, skalt tú hava eitt samleikavitni at vátta tín samleika.

Samleikavitni skal hava føroyskt ella danskt samleikaprógv (koyrikort ella pass), hava P-tal og vera eldri enn 18 ár.

Samleikavitni kann senda váttanina inn í Mínboks ella lata hana inn á Staravegi 9 í Havn. Um tað verður sent við Mínboks, er móttakarin Mínboks. Í leinkinum niðanfyri sært tú, hvussu tú sendur post við Mínboks.

Send post við Mínboks

Niðanfyri er skjalið, ið skal brúkast sum trú og heiður váttan. Samleikavitnið skal undirskriva skjalið, áðrenn tað verður latið inn.

Samleikaváttan

Avtala ein videofund

Tá ið tú hevur bílagt Samleikan, skalt tú ringja til brúkaratænastuna á telefon 1881 (+298 351881) og avtala ein videofund.

Tryggja tær, at samleikavitnið hevur sent inn váttanina áðrenn. Vit kunnu ikki halda fundin uttan alla neyðugu skjalfesting.

Tá fundurin er avtalaður, senda vit tær teldupost við leinki til Teams fundin. Fylg vegleiðingini í teldupostinum.

Fundirnir kunnu haldast á føroyskum, enskum og skandinaviskum máli. Um tú ikki tosar hesi mál, skalt tú tryggja tær, at ein umsetari er við á fundinum. Leinkið til fundin kann víðarisendast til viðkomandi.

Virkja Samleikan

Aftaná fundin viðgera vit umsóknina. Hetta kann taka 1-3 yrkadagar. Tú fært beinleiðis boð, tá ið Samleikin er klárur at virkja.