Samleikin á geyma: Trygg innritan uttan telefon
Vilt tú rita inn við einum geyma í teldu heldur enn telefonini?
Samleikin á geyma er eitt alternativ til tín, sum kanska ikki hevur snildfon ella teldil. Geymin lýkur somu høgu trydarkrøv sum appin og gevur tær somu atgongd á teldu.
Hvat skalt tú gera?
Áðrenn tú kanst brúka Samleikan á geyma, skalt tú møta upp á Staravegi 9 í Havn at skráseta teg. Tú skalt eisini taka Smart ID Desktop App niður á telduna. Les niðanfyri hvussu tú gert.
Tú skrásetur Samleikan við persónligari uppmøting á Staravegi 9 í Havn. Minst til at hava samleikaprógv við tær. Geymin verður útflýggjaður tær á staðnum.
Ring til okkum á telefon 1881 og bílegg tær tíð frammanundan.
Les meira um samleikaprógv í leinkinum niðanfyri:
Góðkend samleikaprógv
Hevur tú ikki føroyskt ella danskt samleikaprógv, skalt tú lúka onnur krøv fyri at fáa Samleikan. Les meira í leinkinum niðanfyri:
Ring til Talgildu Føroyar á telefon 1881 og bílegg tær tíð frammanundan.
Tað tekur umleið 15 minuttir at fáa Samleikan á geyma.
Áðrenn tú byrjar at brúka Samleikan á geyma, mást tú gera telduna klára. Tú skalt fyrst taka forritið Smart ID Desktop App niður og leggja tað á telduna.
1. Tak forritið niður í leinkinum niðanfyri:
2. Legg Smart ID Desktop app á telduna
Tá ið tú hevur tikið Smart ID Desktop App niður á telduna, skalt tú:
- Skriva Stifinder / File Explorer í leititeigin niðast á skerminum og vel Åbn / Open
- Vel Overførsler / Downloads í valskránni til vinstru
- Dupultklikka á forritið Smart ID Desktop App 2.2.1.msi
- Forritið verður lagt á telduna, og skermmyndin letur aftur av sær sjálvum, tá ið tað er liðugt. Tað kann taka nakrar minuttir.
Samleikin á geyma er nú klárur at brúka á hesi telduni.
Gev gætur tú mást hava Smart ID Desktop App á teimum teldum, ið tú brúkar geyman á.
Í vegleiðingini niðanfyri sært tú stig fyri stig, hvussu tú tekur Smart ID Desktop App niður á telduna.
Tú fært ikki ritað inn á t.d. netbankan ella Vangan við geymanum uttan Smart Id Desktop App.
Tú mást taka Smart ID Desktop App niður á telduna fyri at brúka Samleikan á geyma.
Tak forritið niður í leinkinum niðanfyri.
Eins og við appini skal Samleikin á geyma endurnýggjast annaðhvørt ár. Samleikin skal endurnýggjast áðrenn gildistíðin er farin. Hetta verður gjørt við persónligari uppmøting á Staravegi 9 í Havn.
Ring til okkum á telefon 1881 og bílegg tíð frammanundan.
Øll, sum hava Vangan, fáa eina fráboðan í kalendaran á Vanganum, tá ið gildistíðin á Samleikanum nærkast endanum.
Les meira um at endurnýggja Samleikan í leinkinum niðanfyri:
Samleikin á geyma hóskar væl til tín, ið:
- ikki hevur snildfon ella teldil.
- brúkar Samleikan nógv í arbeiði, t.d. netbanka, Vinnugluggan og Vangaumsiting. á telduni.
Tað er hent at brúka geyman, tí tú kanst gera alt á telduni uttan at fara eftir telefonini.
Samleikin á app og geyma geva somu atgongd og trygd.
Tú kanst hava Samleikan á app og geyma samstundis.