Brúkstreytir hjá Samleikanum
Brúkstreytirnar hjá Samleikanum eru dagførdar. Talan er um broytingar, sum hava til endamáls at styrkja trygdina í sambandi við nýtslu av Samleikanum.
Við broytingunum verða nøkur eyka trygdarstig løgd inn í innritanina. Hetta eru broytingar, sum eru ætlaðar at fanga, um onkur annar ólógliga roynir at fáa atgongd við tínum Samleika. Um illgruni er um, at óviðkomandi royna at fáa atgongd, verða boð víst í Samleika-appini, ið greiða frá, soleiðis at tú fær møguleikan at avvísa innritanina.
Í samband við trygdarstigini er neyðugt at góðtaka dagførdu brúkstreytirnar fyrstu ferð, tú brúkar Samleikan aftur.
Gjaldstovan viðger og skrásetir IP-adressur og aðrar upplýsingar, tá tú brúkar Samleikan. IP-adressan vísir yvirskipað, hvar í verðini, brúkarin er. Hetta merkir, at land ella øki verður skrásett, men fer ikki niður í smálutir sum t.d. gøtu ella húsanummar.
Treytirnar verða dagførdar fyri at styrkja um trygdina hjá brúkarunum.
Nýggju treytirnar fara at gera tað møguligt at ávara brúkaran um møguligt svik ella aðrar óvanligar hendingar.
Fyri at brúka Samleikan, er neyðugt vátta nýggju treytirnar. Um tú ikki váttar treytirnar, kanst tú ikki brúka Samleikan.
Tú kanst lesa brúkstreytirnar á leinkinum niðanfyri.
Tú kanst lesa brúkstreytirnar á enskum við at trýsta á leinkið niðanfyri.