Tað kunnu vera trupulleikar við at rita inn við Samleikanum við iPhones, ið eru dagførdar til nýggjastu útgávuna IOS 16. Dagfør Samleika appina til v. 4.3.0
Samleikin   /   Føroyskt   /   Hjálp   /   Kærur
Kærur

Kærur um Samleikan

Tú hevur møguleika at kæra ein avgerð, t.d. um tað verður sýtt tær at fáa Samleikan ella Samleikin verður gjørdur óvirkin av órøttum.

Kærur kunnu sendast til fmr@fmr.fo

ella til

Fíggjarmálaráðið
Tinganes
Postrúm 2039

Í kæruni verður tú biðin at upplýsa:

  • Fulla navn
  • Bústað
  • Telefonnummar
  • Hvat málið snýr seg um
  • Undirskrift (um tú sendur við vanligum posti)

Fíggjarmálaráðið viðgerð allar kærur.

Tú kann kæra til Dátueftirlitið um viðgerð av persónsupplýsingum, sum viðvíkja tær. Upplýsingar, um hvussu samband fæst við Dátueftirlitið, eru at finna á heimasíðuni www.dat.fo.

Les meira um viðger av persónsdátum í leinkinum niðanfyri:

Viðgerð av persónsupplýsingum

Brúk fyri hjálp?

Ring til brúkaratænastuna á telefon 1881 ella skriva til 1881@talgildu.fo. Vit svara yrkadagar frá kl 8.00 - 16.00

Far til talgildu.fo
Far til talgildu.fo