Samleikin   /   Føroyskt   /   Hjálp   /   Ofta settir spurningar
Ofta settir spurningar

Ofta settir spurningar

Niðanfyri finnur tú svar til ofta stillaðar spurningar um Samleikan.

Brúka leitifeltið í ovara høgra horni fyri at leita skjótt eftir tínum spurningi.

Um tú ikki finnur spurningin her á síðuni, kanst tú seta teg í samband við brúkaratænastuna á telefon 1881 ella 1881@talgildu.fo

Avgreiðslutíðin er yrkadagar frá kl 8.00 til 16.30

Hvussu fært tú Samleikan á nýggju iPhone?

Tað eru fleiri, ið ikki hava kunna flutt Samleikan yvir á nýggju telefonina ella bílagt av nýggjum.

Um tú hevur trupulleikar við hesum, skalt tú strika Samleika appina av nýggju telefonini og síðani taka hana niður av nýggjum.

Aftaná kanst tú annaðhvørt flyta Samleikan á nýggju iPhone 15 ella bíleggja av nýggjum.

Ringir tú úr útlandinum

Ert tú uttanlands og skalt hava fatur á brúkaratænastuni, skalt tú ringja +298 351881

Hvat um tú missir telefonina burtur?

Um tú av einhvørjari orsøk missir telefonina burtur, skalt tú seta teg í samband við Talgildu Føroyar á telefon 1881 ella 1881@talgildu.fo og boða frá at Samleikin skal óvirkjast.

Tú mást skráseta Samleikan av nýggjum fyri aftur at kunna rita inn við Samleikanum.

Hvat um tú skiftir telefon?

Um tú skiftir telefon ella teldil út, kanst tú flyta Samleikan frá gomlu eindini til nýggju.

Tak Samleika appina niður á nýggju telefonina og vel "Eg havi Samleikan". Á gomlu eindini velur tú 'Flyt Samleikan'. Tá ið tú hevur skrivað loynitalið kemur ein QR koda fram. Tú tekur mynd av QR koduni við nýggju eindini og Samleikin verður við hesum fluttur á nýggju eindina.

Samleikin kann bara brúkast á eini eind í senn.

Niðanfyri er videovegleiðing um, hvussu tú flytur Samleikan frá eini eind til aðra.

Hvat er títt loynital?

Tú velur loynital, tá ið tú skrásetur Samleikan. Loynitalið verður ikki skrásett nakrastaðni.

Tað er týdningarmikið, at tú leggur loyniorðið væl í geyma, tí tú skalt brúka tað, hvørja ferð tú ritar inn á eina tænastu ella skalt skriva undir við Samleikanum.

Tú kanst broyta loynitalið í appini. Tú fert undir stillingar og velur 'Broyt loynital'. Tú skalt fyrst skriva núverandi loynitalið, áðrenn tú velur eitt nýtt.

Missir tú loynitalið, mást tú skráseta Samleikan av nýggjum.

Kanst tú hava sama loynital til Samleikan á app og geyma?

Tú nýtist ikki hava sama loynital til app og geyma. Loynitalið til appina kann bara brúkast til appina, eins og loynitalið til geyman bara kann brúkast til geyman.

Loynitølini verða ikki skrásett nakrastaðni.

Tað er týdningarmikið, at tú leggur loynitalið í geyma. Vel loynital, ið eru lætt at minnast, men ringt hjá øðrum at gita.

Hvussu broytir tú loynital?

Tú broytir loynital við at fara undir 'Stillingar' og velja 'Broyt loynital'. Síðani skrivar tú verandi loynital, og aftaná skrivar tú nýtt loynital. Tú verður biðin um at endurtaka nýggja loynitalið fyri at tryggja, at tú hevur skrivað tað rætt.

Hvat er tvey faktor innritan?

Tvey faktor innritan er at rita við tveimum stigum. Hetta svarar til at hava eina hurð, sum krevur tveir lyklar at lata upp. Fyrsti lykilin er eindin við Samleikanum, og næsti lykilin er títt persónliga loynital.

Tú mást hava bæði eind við Samleikanum og loynital fyri at rita inn, og tí er tað ringt hjá nøkrum at misnýta tín Samleika.

Kann Samleika appin vera á fleiri eindum í senn?

Samleikin kann bara vera virkin á eini eind í senn. Tú kanst flyta Samleikan frá eini app til aðra, um tú skiftir telefon ella teldil út.

Um tú søkir um nýggjan Samleika samstundis, sum hann er virkin á aðrari eind, verður hann gjørdur óvirkin á gomlu eindini.

Soleiðis loyvir tú fráboðanum á iPhone og iPad

Far inn á stillingar á telefonini. Vel síðan Samleika appina og far undir Notifikationer. Her skalt tú loyva fráboðanum, sí myndir niðanfyri

Soleiðis loyvir tú fráboðanum á Android telefonum og teldlum

Far undir stillingar á telefonini og inn á Apps. Leita eftir Samleika appini. Tá ið tú ert komin inn á Samleika appina, skalt tú velja Meddelelser/Notifications og síðan loyva fráboðanum, sí mynd niðanfyri:

Kanst tú strika Samleikan?

Tú kanst til eina og hvørja tíð strika Samleikan. Hetta gert tú við at velja "Stillingar" í appini og síðan "Strika Samleikan"

Tú kanst eisini strika Samleikan við at venda tær til brúkaratænastuna á telefon 1881 ella 1881@talgildu.fo. Tað er eisini her, at tú Samleikin á geyma verður strikaður.

Skalt tú strika Samleikan uttanfyri upplatingartíðirnar hjá brúkaratænastuni, skalt tú senda teldupost 1881@talgildu.fo

Viðmerk navn og telefonnummar í teldupostin, og vit seta okkum í samband við teg skjótast gjørligt.

Hvat eru góðkend samleikaprógv?

Tú skalt brúka samleikaprógv fyri at skráseta teg í Samleikanum.

Góðkend samleikaprógv, tá tú bíleggur í appini eru føroysk og donsk pass og koyrikort.

Um tú einans hevur dóps- ella navnabræv, bíleggur tú Samleikan við uppmøting. Ring 1881 og bílegg tíð áðrenn.

Um tú hevur útlendskt pass, kanst tú lesa meira í leinkinum niðanfyri

Fá Samleikan við útlendskum passi

Hvat um tú ikki hevur góðkent samleikaprógv?

Um tú ikki hevur føroyskt ella danskt pass ella koyrikort, mást tú møta upp á brúkaratænastuni á Staravegi 9 í Havn, um tú vilt hava Samleikan.

Bílegg tær tíð at skráseta Samleikan á geyma á telefon 1881, so sleppur tú undan bíðitíð.

Tú skalt hava pass við tær, og vit mæla til, at tú hevur eitt samleikavitni við til skrásetingina.

Samleikavitni er fólk, ið skal:

  • vera minst 18 ár
  • hava P-tal
  • Hava Føroyskt ella Danskt pass ella koyrikort við sær
Hvar kanst tú klaga?

Tú hevur møguleika at klaga ein avgerð, t.d. um tað verður sýtt tær at fáa Samleikan ella Samleikin verður gjørdur óvirkin av órøttum.

Klagur kunnu sendast til fmr@fmr.fo

ella til

Fíggjamálaráðið
Tinganes
Postrúm 2039

Í kæruni verður tú biðin at upplýsa:

  • Fulla navn
  • Bústað
  • Telefonnummar
  • Hvat málið snýr seg um
  • Undirskrift (um tú sendur við vanligum posti)

Fíggjarmálaráðið viðgerð allar kærur.

Hvat fyri útgávu av telefon skalt tú hava?

Um tú hevur iPhone skal hon vera í minsta lagi iOS 13.

Um tú hevur Android telefon, skal hon vera í minsta lagi Level 21, ella Android 5.0 eisini nevnt Android Lollipop.

Samleika appin

Samleika appin er bara virkin, tá ið tú skalt rita inn á eina tænastu sum t.d. Vangin.