
Ofta settir spurningar
Niðanfyri finnur tú svar til ofta stillaðar spurningar um Samleikan.
Brúka leitifeltið í ovara høgra horni fyri at leita skjótt eftir tínum spurningi.
Um tú ikki finnur spurningin her á síðuni, kanst tú seta teg í samband við brúkaratænastuna á telefon 1881 ella 1881@talgildu.fo
Avgreiðslutíðin er yrkadagar frá kl 8.00 til 16.30
Um tú av einhvørjari orsøk missir telefonina burtur, skalt tú seta teg í samband við Talgildu Føroyar á telefon 1881 ella 1881@talgildu.fo og boða frá at Samleikin skal óvirkjast.
Tú mást skráseta Samleikan av nýggjum fyri aftur at kunna rita inn við Samleikanum.
Um tú skiftir telefon ella teldil út, kanst tú flyta Samleikan frá gomlu eindini til nýggju.
Tak Samleika appina niður á nýggju telefonina og vel "Eg havi Samleikan". Á gomlu eindini velur tú 'Flyt Samleikan'. Tá ið tú hevur skrivað loynitalið kemur ein QR koda fram. Tú tekur mynd av QR koduni við nýggju eindini og Samleikin verður við hesum fluttur á nýggju eindina.
Samleikin kann bara brúkast á eini eind í senn.
Tú velur loynital, tá ið tú skrásetur Samleikan. Loynitalið verður ikki skrásett nakrastaðni.
Tað er týdningarmikið, at tú leggur loyniorðið væl í geyma, tí tú skalt brúka tað, hvørja ferð tú ritar inn á eina tænastu ella skalt skriva undir við Samleikanum.
Tú kanst broyta loynitalið í appini. Tú fert undir stillingar og velur 'Broyt loynital'. Tú skalt fyrst skriva núverandi loynitalið, áðrenn tú velur eitt nýtt.
Missir tú loynitalið, mást tú skráseta Samleikan av nýggjum.
Tú nýtist ikki hava sama loynital til app og geyma. Loynitalið til appina kann bara brúkast til appina, eins og loynitalið til geyman bara kann brúkast til geyman.
Loynitølini verða ikki skrásett nakrastaðni.
Tað er týdningarmikið, at tú leggur loynitalið í geyma. Vel loynital, ið eru lætt at minnast, men ringt hjá øðrum at gita.
Tú broytir loynital við at fara undir 'Stillingar' og velja 'Broyt loynital'. Síðani skrivar tú verandi loynital, og aftaná skrivar tú nýtt loynital. Tú verður biðin um at endurtaka nýggja loynitalið fyri at tryggja, at tú hevur skrivað tað rætt.
Tvey faktor innritan er at rita við tveimum stigum. Hetta svarar til at hava eina hurð, sum krevur tveir lyklar at lata upp. Fyrsti lykilin er eindin við Samleikanum, og næsti lykilin er títt persónliga loynital.
Tú mást hava bæði eind við Samleikanum og loynital fyri at rita inn, og tí er tað ringt hjá nøkrum at misnýta tín Samleika.
Samleikin kann bara vera virkin á eini eind í senn. Tú kanst flyta Samleikan frá eini app til aðra, um tú skiftir telefon ella teldil út.
Um tú søkir um nýggjan Samleika samstundis, sum hann er virkin á aðrari eind, verður hann gjørdur óvirkin á gomlu eindini.
Far inn á stillingar á telefonini. Vel síðan Samleika appina og far undir Notifikationer. Her skalt tú loyva fráboðanum, sí myndir niðanfyri
Far undir stillingar á telefonini og inn á Apps. Leita eftir Samleika appini. Tá ið tú ert komin inn á Samleika appina, skalt tú velja Meddelelser/Notifications og síðan loyva fráboðanum, sí mynd niðanfyri:
Tú kanst til eina og hvørja tíð strika Samleikan. Hetta gert tú við at velja "Stillingar" í appini og síðan "Strika Samleikan"
Tú kanst eisini strika Samleikan við at venda tær til brúkaratænastuna á telefon 1881 ella 1881@talgildu.fo
Tú kanst hava bæði Samleikan og Mínlykil. Tá ið ein tíð er fráliðin verður Mínlykil tikin úr nýtslu og Samleikin verður brúkt sum innritan, har Mínlykil var áðrenn.
Tú skalt brúka samleikaprógv fyri at skráseta teg í Samleikanum.
Góðkend samleikaprógv eru føroysk og donsk pass og koyrikort.
Um tú ikki hevur føroyskt ella danskt pass ella koyrikort, mást tú møta upp á brúkaratænastuni á Staravegi 9 í Havn, um tú vilt hava Samleikan.
Tú skalt hava pass við tær, og vit mæla til, at tú hevur eitt samleikavitni við til skrásetingina.
Samleikavitni er fólk, ið skal:
- vera minst 18 ár
- hava P-tal
- Hava Føroyskt ella Danskt pass ella koyrikort við sær
Tú hevur møguleika at klaga ein avgerð, t.d. um tað verður sýtt tær at fáa Samleikan ella Samleikin verður gjørdur óvirkin av órøttum.
Klagur kunnu sendast til 1881@talgildu.fo
ella til
Gjaldstovan
Kvíggjartún 1
160 Argir