Følsk SMS boð eru aftur í umferð. Ver varin og trýst ikki á ókend leinki. Les meira her
Følsk sms-boð frá Samleikanum í umferð

Følsk sms-boð frá Samleikanum í umferð - trýst ikki á leinki

Ver ansin: Í løtuni herja følsk SMS-boð, ið royna at lokka persónligar upplýsingar úr tær. Tey síggja út at vera frá Samleikanum – tað eru tey ikki.

Í løtuni herja víðfevnandi svikálop í Føroyum, sonevnd smishing, har tú móttekur SMS-boð, ið síggja út til at koma frá veruligum avsendarum. Í nøkrum førum sær tað út sum at boðini eru frá Samleikanum. Boðini innihalda eitt leinki, og tú verður biðin um at trýsta á tað fyri at dagføra Samleikan.

Vit gera vart við, at hetta eru følsk boð, ið hava til endamáls at stjala títt loynital og tína atgongd. Tað er sera týðandi, at tú ikki trýstir á ókend leinki.

Talgildu Føroyar senda ongantíð leinki, har biðið verður um persónsupplýsingar.

Ein týðandi partur av trygdini hjá Samleikanum er, at Talgildu Føroyar ikki senda SMS-boð við leinkjum í, har tú skalt upplýsa persónsupplýsingar.

Hvat skalt tú gera, um tú ivast?

  • Hevur tú longu fingið boðini, skalt tú strika tey. Hevur tú trýst á leinkið ella skrivað loynitalið, mæla vit tær til at endurnýggja Samleikan eftir vegleiðingini omanfyri.
  • Hevur tú illgruna um, at tínar kontoupplýsingar eru misnýttar, skalt tú rita inn á netbankan og sperra kortini alt fyri eitt. Ring til bankan, um tú sært óregluligt virksemi í netbankanum.
Dømi um følsk sms-boð

Dømi um følsk sms-boð sæst í myndini niðanfyri.

sming dømi

Soleiðis endurnýggjar tú Samleikan trygt

Um tað er tíð hjá tær at endurnýggja Samleikan, skal hetta altíð gerast eftir teimum tryggu ráðunum, sum tú longu kennir:

  1. Lat upp Samleika-appina.
  2. Far undir stillingar og vel ‘Endurnýggja Samleikan’
  3. Fylg vegleiðingini har og vel eitt loynital, sum er lætt at minnast og ringt at gita.

Tú kanst lesa meira í leinkinum niðanfyri:

Endurnýggja Samleikan

Samleikin útgingin?

Um Samleikin er útgingin, skalt tú søkja av nýggjum.

  • Hetta gert tú við at fara undir stillingar í appini.
  • Vel Strika Samleikan
  • Søk síðan um Samleikan av nýggjum. Minst til at hava koyrikort ella pass hjá tær, tá ið tú søkir.

Tað tekur 1-3 yrkadagar áðrenn tú hevur Samleikan aftur á telefonini. 

Sterk felags verja

Tað verður arbeitt á øllum mótum fyri at fyribyrgja sms-boðunum.

Peningastovnar, fjarskiftisveitarar, Føroya Politi og Talgildu Føroyar taka álopini í størsta álvara og verður nógv gjørt við at halda sms-boðunum aftur.

Vit eiga øll at vera á varðhaldi. Við at fylgja hesum einføldu ráðum verja vit okkara talgilda samleika og trygdina hjá hvør øðrum.

Ansa eftir Samleikanum

Samleikin er títt talgilda samleikaprógv, og tú skalt handafara tað, sum tú hevði gjørt við eitt pass.

Samleikin liggur á tíni fareind. Gev ikki øðrum atgongd til tín Samleika. Samleikin er persónligur.

Vel eitt gott loynital, sum er lætt at minnast, men ringt hjá øðrum at gita. Legg tær tað í geyma, tí tú skalt brúka tað hvørja ferð, tú ritar inn við Samleikanum.

Góð ráð um kt-trygd
Góð ráð um kt-trygd
Lat teg ikki lumpa

Talgildu Føroyar senda ongantíð sms-boð við leinkjum, sum krevja, at tú skalt rita inn, vátta persónsupplýsingar ella endurnýggja Samleikan. Allar rættingar og endurnýggingar skulu gerast trygt inni í sjálvari Samleika-appini.

Ver tí varin við sms-boðum og trýst ikki á ókend leinki