
Samleikin er komin fyri Mínlykil
Longu nú kann Samleikin nýtast á flestu tænastum, sum brúka Mínlykil.
Gjaldstovan yvirtók Mínboks og Mínlykil í 2017. Eitt av endamálunum var, at Mínboks skuldi gerast partur av Vanganum, og at Samleikin skal brúkast í staðin fyri Mínlykil. Við Samleikanum verða alt fleiri møguleikar tøkir hjá føroyingum.
Seinni í ár verður Mínlykil gjørdur óvirkin, og tá verður bara ritað inn við Samleikanum. Tey, sum brúka Mínlykil, fáa nærri kunning um hetta.
Um tú ikki hevur fingið tær Samleikan enn, kanst tú trýsta á leinkið niðanfyri: