Vilja tit gerast tænastuveitarar?

Vilja tit gerast tænastuveitarar?

Tænastuveitarar eru stovnar og fyritøkur, ið brúka Samleikan sum innritan og ella undirskrift.

Samleikin er trygg, skynsom og brúkaravinalig loysn, sum stovnar og fyritøkur kunnu brúka til innritan og undirskrift.

Tað eru nógvir fyrimunir við at brúka Samleikan.

  • Eingin óviðkomandi fær atongd til dátur og tænastur
  • Tit nýtast ikki skipa brúkaranøvn og loyniorð
  • Brúkarin hevur eina og somu innritan til nógvar tænastur
  • Samleikin hevur høgt trúvirði, tí loysnin livir upp til altjóða standardar og verður brúkt av álítandi tænastuveitarum

Hvussu verða tit tænastuveitarar?

Setið tykkum í samband við Talgildu Føroyar og lesið meira um møguleikarnar á leinkinum niðanfyri:

Talgildu Føroyar tænastuveitarar