Samleikin   /   Føroyskt   /   Fá tær Samleikan   /   Geymi
Geymi

Samleikin á geyma: Trygg innritan uttan telefon

Vilt tú rita inn við einum geyma heldur enn Samleika-appini?

Samleikin á geyma er eitt alternativ til tín, sum kanska ikki hevur snildfon ella teldil. Geymin lýkur somu høgu trydarkrøv sum appin og gevur tær somu atgongd.

Hvat skalt tú gera?

Áðrenn tú kanst brúka Samleikan á geyma, skalt tú skráseta hann á Staravegi 9 í Havn og taka Smart ID Desktop App niður á telduna. Les niðanfyri hvussu tú gert.

Skráset Samleikan á geyma

Tú skrásetur Samleikan við persónligari uppmøtina á Staravegi 9 í Havn. Minst til at hava samleikaprógv við tær.

Ring til okkum á telefon 1881 og bílegg tær tíð frammanundan at tú skalt skráseta Samleikan á geyma.

Les meira um samleikaprógv í leinkinum niðanfyri:
Góðkend samleikaprógv

Útlendsk samleikaprógv

Hevur tú ikki føroyskt ella danskt samleikaprógv, skalt tú lúka onnur krøv fyri at fáa Samleikan. Les meira í leinkinum niðanfyri:

Samleikin við útlendskum passi

Bílegg tíð at skráseta geyman

Ring til Talgildu Føroyar á telefon 1881 og bílegg tær tíð frammanundan.

Tað tekur umleið 15 minuttir at fáa Samleikan á geyma.

Tak forritið niður á telduna

Áðrenn tú byrjar at brúka Samleikan á geyma, mást tú gera telduna klára. Tú skalt fyrst taka forritið Smart ID Desktop App niður og leggja tað á telduna.

1. Tak forritið niður í leinkinum niðanfyri:

Smart ID Desktop app

2. Legg Smart ID Desktop app á telduna

Tá ið tú hevur tikið Smart ID Desktop App niður á telduna, skalt tú:

  1. Skriva Stifinder / File Explorer í leititeigin niðast á skerminum og vel Åbn / Open
  2. Vel Overførsler / Downloads í valskránni til vinstru
  3. Dupultklikka á forritið Smart ID Desktop App 2.2.1.msi
  4. Forritið verður lagt á telduna, og skermmyndin letur aftur av sær sjálvum, tá ið tað er liðugt. Tað kann taka nakrar minuttir.

Samleikin á geyma er nú klárur at brúka á hesi telduni.

Gev gætur tú mást hava Smart ID Desktop App á teimum teldum, ið tú brúkar geyman á.

Vegleiðing við myndum

Í vegleiðingini niðanfyri sært tú stig fyri stig, hvussu tú tekur Smart ID Desktop App niður á telduna.

Vegleiðing til Samleikan á geyma

Hvat hendir, um eg ikki taki Smart ID Desktop App niður á telduna?

Um teldan ikki hevur Smart ID Desktop App kanst tú ikki brúka Samleikan á geyma. Tú fært sostatt ikki ritað inn á t.d. netbankan ella Vangan við geymanum.

Endurnýggja Samleikan á geyma

Eins og við appini skal Samleikin á geyma endurnýggjast annaðhvørt ár. Samleikin skal endurnýggjast áðrenn gildistíðin er farin. Hetta verður gjørt við persónligari uppmøting á Staravegi 9 í Havn.

Øll, sum hava Vangan, fáa eina fráboðan í kalendaran á Vanganum, tá ið gildistíðin á Samleikanum nærkast endanum.

Les meira um at endurnýggja Samleikan í leinkinum niðanfyri:

Endurnýggja Samleikan

Hvønn er geymin væl egnaður til?

Samleikin á geymahóskar væl til tín, ið ikki hevur snildfon ella teldil. Geymin er eisini hentur hjá fólki, ið brúkar nógv netbanka, Vinnugluggan osfr á telduni. Tú kanst gera alt á telduni uttan at fara eftir telefonini.

Samleikin á app og geyma geva somu atgongd og trygd.

Samleikan á app og geyma í senn?

Tú kanst hava Samleikan á app og geyma samstundis.

  • Appin: Samleikin bara vera virkin á eini fareind í senn.
  • Geymin: tú kanst bara hava ein Samleika við geyma
Tak forritið niður á telduna her
Bílegg tíð

Skalt tú hava Samleikan á geyma?

Ring til okkum á telefon 1881 og bílegg tær tíð frammanundan.

Endurnýggja Samleikan á geyma
Endurnýggja Samleikan á geyma