Samleikin   /   Føroyskt   /   Hjálp   /   Svik á netinum
Svik á netinum

Følsk sms-boð eru í umferð - trýst ikki á leinki

Ver ansin: Í løtuni herja følsk SMS-boð, ið royna at lokka persónligar upplýsingar úr tær.

Í løtuni herja víðfevnandi svikálop í Føroyum, sonevnd smishing, har tú móttekur SMS-boð, ið síggja út til at koma frá veruligum avsendarum. Boðini kunnu síggja út til at vera frá Samleikanum, einum peningastovni, ella øðrum tænastum, sum tú vanliga brúkar.

Boðini innihalda sum oftast eitt leinki, og tú verður biðin um at trýsta á. Tað kann til dømis standa, at tú skalt dagføra Samleikan, vátta eina flyting, rinda eina rokning ella forða fyri, at ein tænasta verður stongd. 

Vit gera vart við, at hetta eru følsk boð, ið hava til endamáls at stjala títt loynital, persónligu upplýsingar, kortupplýsingar og atgongd. Tað er sera týðandi, at tú ikki trýstir á ókend leinki.

Talgildu Føroyar, peningastovnarnir og aðrir myndugleikar og fyritøkur senda ongantíð leinki, har biðið verður um persónsupplýsingar. 

Hvat skalt tú gera, um tú ivast?

  • Hevur tú fingið boðini, skalt tú strika tey. Hevur tú trýst á leinkið ella skrivað loynitalið, mæla vit tær til at endurnýggja Samleikan eftir vegleiðingini niðanfyri.

  • Hevur tú illgruna um, at tínar kontoupplýsingar eru misnýttar, skalt tú rita inn á netbankan og sperra kortini alt fyri eitt. Ring til bankan, um tú sært óregluligt virksemi í netbankanum.

  • Hevur tú latið upplýsingar um Samleikan, far undir "Stillingar" í Samleika-appini og endurnýggja Samleikan. Vel eisini nýtt loynital.

Ber skjótt at um skaðin er hendur

Hevur tú trýst á leinkið og latið persónligar upplýsingar, skalt tú beinanvegin seta teg í samband við tín peningastovn. Tú kanst sperra gjaldskortið á netbankanum um skaðin hendir eftir arbeiðstíð ella í vikuskiftinum.

Ivast tú í Samleikanum, skalt tú fara undir stillingar í Samleika-appini og endurnýggja Samleikan. Vel nýtt loynital.

Dømi um følsk sms-boð

Dømi um følsk sms-boð sæst í myndunum niðanfyri:

Folsk bod_Samleikin

Følsk boð frá Posta

Følsk boð frá banka

følsk boð frá Nets

Skermmyndir av sviksíðum

sming dømi

Hvat er smishing?

Smishing eru svika-sms, har teldusníkar royna at lokka persónligar upplýsingar, loyniorð ella gjaldskortupplýsingar frá tær. Sníkarnir royna ofta at skapa eina kenslu av skundi – til dømis at tú skalt dagføra Samleikan ella vátta upplýsingar við stuttum skotbrái. Ofta eru leinki í sms-boðunum, ið tú skalt trýsta á fyri sleppa víðari. Trýst ikki á slík leinki.

Sterk felags verja

Tað verður arbeitt á øllum mótum fyri at fyribyrgja sms-boðunum.

Peningastovnar, fjarskiftisveitarar, Føroya Politi og Talgildu Føroyar taka álopini í størsta álvara og verður nógv gjørt við at halda sms-boðunum aftur.

Vit eiga øll at vera á varðhaldi. Við at fylgja hesum einføldu ráðum verja vit okkara talgilda samleika og trygdina hjá hvør øðrum.

Politi, peningastovnar og Talgildu Føroyar ávara um víðfevnd sms-svikálop

Les felags tíðindaskriv frá Felagnum Peningastovnar, Føroya Politi og Talgildu Føroyum, sum var sent 6. august 2026, á heimasíðuni hjá Talgildu Føroyum, www. talgildu.fo ella í leinkinum niðanfyri

Politi, peningastovnar og Talgildu Føroyar ávara um víðfevnd sms-svikálop

Ansa eftir Samleikanum

Samleikin er persónligur og lýkur strong trygdarkrøv. Trygdin kann styrkjast av okkara egna atburði. 

Góðkenn tí ongantíð við Samleikanum, um tú ikki hevur sett eina innritan í gongd.

Ansa eftir Samleikanum

Samleikin er títt talgilda samleikaprógv, og tú skalt handafara tað, sum tú hevði gjørt við eitt pass.

Samleikin liggur á tíni fareind. Gev ikki øðrum atgongd til tín Samleika. Samleikin er persónligur.

Vel eitt gott loynital, sum er lætt at minnast, men ringt hjá øðrum at gita. Legg tær tað í geyma, tí tú skalt brúka tað hvørja ferð, tú ritar inn við Samleikanum.

Hevur tú illgruna um Samleikan: Far undir stillingar í Samleika-appini og vel Endurnýggja Samleikan. Fylg mannagongdini, og vel nýtt loynital.

Soleiðis endurnýggjar tú Samleikan trygt

Um tað er tíð hjá tær at endurnýggja Samleikan, skal hetta altíð gerast eftir teimum tryggu ráðunum, sum tú longu kennir:

  1. Lat upp Samleika-appina.
  2. Far undir stillingar og vel ‘Endurnýggja Samleikan’
  3. Fylg vegleiðingini har og vel eitt loynital, sum er lætt at minnast og ringt at gita.

Tú kanst lesa meira í leinkinum niðanfyri:

Endurnýggja Samleikan

Samleikin útgingin?

Er Samleikin er útgingin, skalt tú søkja av nýggjum.

  • Hetta gert tú við at fara undir stillingar í appini.

  • Vel Strika Samleikan

  • Søk síðan um Samleikan av nýggjum. Minst til at hava koyrikort ella pass hjá tær, tá ið tú søkir.

Tað tekur 1-3 yrkadagar áðrenn tú hevur Samleikan aftur á telefonini. 

Video um hvat er Samleikin

Filmurin niðanfyri er gjørdur í samráð við Nám og lýsir fyri skúlanæmingum, hvat Samleikin er.

Tað krevst at tú góðkennir cookies fyri at síggja filmin.

Lat teg ikki lumpa

Ein týðandi partur av trygdini hjá Samleikanum er, at Talgildu Føroyar ikki senda SMS-boð við leinkjum í, har tú skalt upplýsa persónsupplýsingar.

Allar rættingar og endurnýggingar skulu gerast trygt inni í sjálvari Samleika-appini.

Ver tí varin við sms-boðum og trýst ikki á ókend leinki

Hvat skalt tú gera?

Lat teg ikki yvirtala
Legg hornið á. Trýst ikki á ókend leinki. Lít ikki á, at SMS-boð, uppringingar ella teldupostar veruliga eru frá tí persóni, sendarin sigur seg vera. 

Lat ongum tíni loyniorð
Tað er umráðandi, at tú ikki gevur øðrum tíni loyniorð. Loyniorð eru privat.

Hugsa teg um og les gjølla
Steðga á, les gjølla og vís varsemi, áðrenn tú trýstir á leinki, og áðrenn tú góðkennir ella rindar fyri eitthvørt.

Góð ráð
Góð ráð