Endurnýggja Samleikan
Tín Samleiki er galdandi i tvey ár. Tú mást endurnýggja Samleikan í appini, áðrenn gildistíðin er farin. Hetta er skjótt at gera beinleiðis í appini.
Um tú ikki endurnýggjar Samleikan, verður hann óvirkin, og tú kanst ikki brúka Samleikan uttan at bíleggja hann av nýggjum.
Niðanfyri sært tú stig fyri stig, hvussu tú endurnýggjar Samleikan í appini. Tað er skjótt og lætt at gera.
Stig 1
Lat upp Samleika appina og vel Stillingar niðast á skerminum.
Stig 2
Vel síðani Endurnýggja Samleikan í valmyndini.
Stig 3
Hendan skermmyndin vísir tær, hvat tú skalt gera.
Stig 4
Skriva títt núverandi loynital. Hetta er loynitalið, ið tú brúkar hvørja ferð, tú ritar inn við Samleikanum.
Stig 5
Skriva eitt nýtt loynital - ella vel tað, ið tú hevði áðrenn. Hetta verður loynitalið, ið tú skalt skriva hvørja ferð, tú brúkar Samleikan.
Stig 6
Endurtak loynitalið fyri at tryggja tær, at tú hevur skriva tað rætt.
Stig 7
Bíða við meðan Samleikin verður endurnýggjaður. Hetta kann taka nøkur sekund.
Stig 8
Samleikin er nú endurnýggjaður.
Hevur tú Samleikan á geyma, endurnýggjar tú við at møta upp á Staravegi 9 í Havn.
Ring til brúkaratænastuna á telefon 1881 og bílegg tíð at endurnýggja Samleikan.
Brúkaratænastan hevur opið yrkadagar frá kl 8 til 16.
Minst til at hava geyman og samleikaprógv (pass ella koyrikort) við tær, tá ið tú skalt endurnýggja.
Á Vanganum sært tú, nær tín Samleiki á geyma gongur út, sí leinki niðanfyri
Samleikin gongur út tvey ár eftir, at hann er skrásettur.
Far undir Stillingar í Samleika appini og vel Mín Samleiki. Her sært tú gildistíðina á tínum Samleika.
Á Vanganum sært tú eisini yvirlit yvir Samleikar, nýtslu, skjøl og hendingar, sí leinki niðanfyri
Øll, sum hava Vangan, fáa fráboðan í kalendaran á Vanganum, tá ið gildistíðin nærkast endanum.
Um tú ikki endurnýggjar Samleikan, áðrenn gildistíðin er farin, verður hann gjørdur óvirkin og kann ikki brúkast til at rita inn ella undirskriva við.
Tú mást bíleggja Samleikan av nýggjum fyri at brúka hann aftur.
Øll, sum hava Vangan, fáa eina fráboðan í kalendaran á Vanganum, tá ið gildistíðin á Samleikanum nærkast endanum.
Av trygdarávum hevur sertifikatið á Samleikanum einans gildistíð á tvey ár.
Hetta er galdandi fyri allar Samleikar.
Endurnýggjar tú ikki Samleikan, kanst tú ikki brúka hann sum innritan og undirskrift.
Undir stillingum í Samleika appini sært tú gildistíðina á tínum Samleika.