Fá tær Samleikan
Áðrenn tú kanst brúka Samleikan, mást tú skráseta teg. Tað kanst tú gera beinleiðis í appini ella við at møta persónliga upp hjá brúkaratænastuni á Staravegi 9 í Havn. Tá ið tú skrásetur teg skalt tú hava samleikaprógv við hondina.
Tú fært beinleiðis boð í appini, tá ið Samleikin er klárur at brúka.
Samleikin fæst sum app og geymi. Báðar loysnirnar geva tær somu atgongd og lúka øll trygdarkrøv.
Tú kanst brúka appina at rita inn á telefon, teldil og teldu. Geymin kann bara brúkast til at rita inn á teldu.
Samleikin er ókeypis og øll, ið eru yvir 13 ár og hava føroyskt p-tal, kunnu fáa Samleikan.
Tak appina niður á telefon ella teldil á leinkinum niðanfyri:
Niðanfyri er dømi um, hvussu tú ritar inn á Vangan við Samleikanum
- Far til www.vangin.fo
- Lat upp kaga (Chrome, Firefox, Edge osfr) og skriva www.vangin.fo
- Rita inn
- Trýst á 'Rita inn'. Á Vanganum er knøtturin uppi í høgra horni.
- Skriva títt P-tal
- Ein nýggj skermmynd kemur fram. Skriva títt P-tal (9 tøl uttan striku ella millumrúm)
og vel síðan 'Rita inn við App'
- Ein nýggj skermmynd kemur fram. Skriva títt P-tal (9 tøl uttan striku ella millumrúm)
- Samanber myndirnar
- Ein mynd verður víst á telduskerminum. Lat upp Samleika appina á telefon/teldil, har ein mynd eisini verður víst. Kanna um myndirnar eru eins.
- Góðkenn myndirnar
- Trýst á grøna flugubeinið fyri at góðkenna, at myndirnar eru eins.
- Skriva persónliga loynitalið
- Skriva títt persónliga loynital í Samleika appina á telefon/teldil. Hetta er nummarið, sum tú valdi,
tá ið tú bílegði Samleikan.
- Skriva títt persónliga loynital í Samleika appina á telefon/teldil. Hetta er nummarið, sum tú valdi,
- Tú ert ritað/ur inn
Appin kann heintast ókeypis í Appstore og Google Play.
Áðrenn tú kanst brúka appina, skalt tú skráseta teg. Hetta gert tú beinleiðis í appini og sendir síðani eina umsókn til brúkaratænastuna, sum viðger upplýsingarnar yrkadagar. Tú fært beinleiðis boð í appini, tá ið Samleikin er skrásettur og klárur at brúka.
Appin kann brúkast til at rita inn á teldur, telefonir og teldlar.
Trýst á leinkið niðanfyri og tak appina niður.
_____________________________________________________________
Gev gætur:
Bílegg tær tíð at skráseta Samleikan á geyma á telefon 1881, so sleppur tú undan bíðitíð.
_____________________________________________________________
Samleikin kann eisini fáast á einum serligum geyma. Hesin fæst hjá brúkaratænastuni á Staravegi 9 í Havn.
Tú skrásetur Samleikan við persónligari uppmøting á Staravegi 9, minst til at hava samleikaprógv við tær. Les meira um samleikaprógv á leinkinum niðanfyri
Appin og geymin liva upp til somu høgu trygdarkrøv, og tú fært somu atgongd við teimum.
Áðrenn tú fert undir at brúka Samleikan á geyma, skalt tú gera telduna klára. Les meira um, hvussu tú gert telduna klára á leinkinum niðanfyri:
Soleiðis gert tú telduna klára til geyman
Geymin kann bara brúkast til at rita inn á telduni, ið tú setur hann í. Vilt tú rita inn á telefonir og teldlar, mást tú hava Samleikan á app.
Tú mást skráseta teg í Samleikanum, áðrenn tú kanst brúka hann til at rita inn ella skriva undir við.
Tú kanst skráseta teg beinleiðis í Samleika appini. Tú fyllir út tínar persónsupplýsingar, tekur mynd av tínum samleikaprógvi, umframt eina sjálvsmynd. Síðani velur tú eitt loynital og sendir umsóknina inn. Upplýsingarnar verða viðgjørdar í brúkaratænastuni, sum tryggjar at samsvar er millum samleikaprógv og persónsupplýsingar.
Tá ið Samleikin er skrásettur, fært tú beinleiðis boð í appini. Síðan skalt tú virkja Samleikan við at skriva loynitalið, tú valdi í skrásetingini.
Tú kanst eisini skráseta teg við at møta persónliga á Staravegi 9 í Havn. Um tú skalt hava Samleikan á geyma, mást tú møta persónliga.
Bílegg tær tíð at skráseta Samleikan á telefon 1881, so sleppur tú undan bíðitíð.
Tá ið tú bíleggur Samleikan í appini skalt tú brúka eitt samleikaprógv. Góðkend samleikaprógv til bílegging í appini eru føroysk og donsk pass og koyrikort.
Hevur tú útlendskt pass er mannagongdin øðrvísi, sí leinki niðanfyri
Fá Samleikan við útlendskum passi
Tað er umráðandi at samleikaprógvið, ið tú brúkar er í gildi.
Gev gætur at tað skal vera koyrikort sum á myndini niðanfyri. Gomlu papírskoyrikortini kunnu ikki brúkast.
Um tú ikki hevur pass ella koyrikort kanst tú skráseta Samleikan við føroyskum dóps- ella navnabrævið. Tá ið tú skrásetur Samleikan við dóps- ella navnabrævið skalt tú
- Møta upp á Staravegi 9
- Hava dóps- ella navnabræv við
- Hava seinasta eintak av ársuppgerð frá TAKS við
- Hava samleikavitni, sum við trú og heiður váttar samleikan, hvør tú ert
Tú kanst lesa meira um samleikavitni í leinkinum niðanfyri