Hjálp við Samleikanum
Niðanfyri finnur tú vegleiðingar til Samleikan, sum kunnu hjálpa tær at brúka appina og geyman.
Appina kanst tú brúka, tá ið tú ritar inn á telefon, teldlil og teldu. Geyman kanst tú bara brúka, tá ið tú ritar inn á teldu.
Um tú hevur tørv á hjálp við Samleikanum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við brúkaratænastuna.
Tú hittir okkum á telefon 1881 ella teldupost 1881@talgildu.fo
Brúkaratænastan hevur opið yrkadagar frá kl 08.00 til 16.30
Í leinkinum niðanfyri finnur tú videovegleiðingar um, hvussu tú brúkar Samleikan
Loynitalið verður ikki skrásett nakrastaðni. Um tú gloymir loynitalið mást tú bíleggja Samleikan av nýggjum.
Far undir stillingar og vel Strika Samleikan og síðani velur tú Bílegg Samleikan
Tað er týdningarmikið, at tú leggur loynitalið í geyma og ikki letur øðrum tað.
Áðrenn tú kanst brúka Samleikan, mást tú skráseta tað. Tað er skjótt og lætt. Tú kanst gera tað beinleiðis í appini ella við at møta upp persónliga á Staravegi 9 í Havn.
Minst til at tú mást hava samleikaprógv við hondina, tá ið tú skrásetur teg. Góðkend samleikaprógv eru føroysk og donsk koyrikort og pass.
Í videovegleiðingini niðanfyri sært tú, hvussu tú bíleggur Samleikan í appini.
Fyri at Samleikin skal kunna geva tær fráboðanir beinleiðis í appini, skal telefonin verða stilla til hetta.
Tú kanst brúka Samleika appina at rita inn á teldu, teldil og telefon.
Tú byrjar innritan við at fara til heimasíðu ella app hjá tænastuveitara, t.d. vangin.fo
- Trýst á 'rita inn' og skriva títt P-tal.
- Ein mynd verður víst á innritanarskerminum og Samleikin verður virkin
- Vátta í Samleika appini at myndirnar eru eins
- Skriva persónliga loynitalið í Samleika appina
- Tú ert nú ritað/ur inn
Tú kanst rita inn við Samleikanum hjá tænastuveitarum, ið brúka Samleikan. Tú finnur yvirlit yvir tænastuveitarar á leinkinum niðanfyri:
Sí videovegleiðing hvussu tú ritar inn:
Sí tekstvegleiðing stig fyri stig tá tú ritar inn við appini á teldu.
Um tú av ein hvørjari orsøk skiftir telefon ella teldil út, kanst tú flyta Samleikan á nýggju fareindina. Áðrenn tú byrjar at flyta Samleikan, mást tú tryggja tær, at tú hevur Samleika appina á báðum eindum.
Á gomlu eindini
Far til 'Stillingar' og vel Flyt Samleikan á aðra eind. Skriva síðan loynitalið. Ein QR koda kemur fram á skermin, sum tú skalt avmynda við nýggju eindini.
Á nýggju eindini
Vel 'Eg havi Samleikan á aðrari eind'. Trýst síðan á Halt áfram og eitt myndatól verður virkja, sum tú skalt avmynda QR koduna á gomlu eindini við. Aftaná verður tú biðin um at velja loynital.
Samleikin er nú fluttur.
Samleikin kann bara vera virkin á eini fareind ísenn.
Niðanfyri er videovegleiðing um, hvussu tú flytur Samleikan frá eini eind til aðra
Tú kanst altíð strika Samleikan. Gev gætur, at tá kanst tú ikki longur brúka tænastur, ið krevja Samleikan.
Tú strikar Samleikan á:
- Samleika appini undir 'Stillingar' ella
- við at ringja 1881 (svarar gerandisdagar millum klokkan 08.00 og 16.30) ella
- við at skriva til 1881@talgildu.fo.
Tá ið tú bíleggur Samleikan í appini skalt tú brúka eitt samleikaprógv. Góðkend samleikaprógv til bílegging í appini eru føroysk og donsk pass og koyrikort.
Hevur tú útlendskt pass er mannagongdin øðrvísi, sí leinki niðanfyri
Fá Samleikan við útlendskum passi
Tað er umráðandi at samleikaprógvið, ið tú brúkar er í gildi.
Gev gætur at tað skal vera koyrikort sum á myndini niðanfyri. Gomlu papírskoyrikortini kunnu ikki brúkast.
Um tú ikki hevur pass ella koyrikort kanst tú skráseta Samleikan við føroyskum dóps- ella navnabrævið. Tá ið tú skrásetur Samleikan við dóps- ella navnabrævið skalt tú
- Møta upp á Staravegi 9
- Hava dóps- ella navnabræv við
- Hava eitt eintak av ársuppgerð frá TAKS við
- Hava samleikavitni, sum við trú og heiður váttar, hvør tú ert
Tú kanst lesa meira um samleikavitni í leinkinum niðanfyri
Samleikavitni er neyðugt, um ein persónur bara hevur útlendskt samleikaprógv ella brúkar føroyskt dóps- ella navnabræv.
Samleikavitni er ofta maki ella arbeiðsgevari, ið kann vitna um, hvør viðkomandi er, ið skal hava Samleikan.
Samleikavitni skal
- vera minst 18 ár
- hava P-tal
- Hava føroyskt ella danskt samleikaprógv
- Undirskriva trú og heiður váttan
Skjalið, ið skal skrivast er í leinkinum niðanfyri. Tað skal undirskrivast og latast brúkarahjálpini á Staravegi 9 í Havn.
Samleikavitni - trú og heiður váttan á føroyskum
Witness Statement - Affidavit in English
Samleikavitni kann senda váttanina inn í Mínboks ella lata hana inn á Staravegi 9 í Havn. Um tað verður sent við Mínboks, er móttakarin Mínboks. Í leinkinum niðanfyri sært tú, hvussu tú sendur post við Mínboks.
Samleikin á geyma
Áðrenn tú byrjar at brúka geyman til Samleikan, mást tú gera telduna klára. Tú skalt fyrst taka eitt program niður á telduna. Trýst á leinkið niðanfyri fyri at taka Desktop App niður á telduna.
Hevur tú Samleikan á geyma, mást tú hava eina teldu tøka fyri at rita inn. Sí vegleiðing niðanfyri, hvussu tú ritar inn við geymanum.
Samleikin er persónligur
Tað er umráðandi, at tú velur eitt gott og trygt loynital. Loynitalið tryggjar tínar upplýsingar og títt privatlív.
Loynitalið til Samleikan skal vera seks tøl, og vit viðmæla, at tað ikki er
- ein talrøð t.d. 123456 ella 987654
- føðidagurin hjá tær ella børnunum
- telefonnummarið hjá tær
Loynitalið skal vera lætt at minnast, men ringt at gita. Loynitalið er loyniligt og persónligt og má ikki vísast øðrum.
Loynitalið skal metast á jøvnum føti við loynitalið til gjaldskortið, sum jú er loyniligt.
Ikki skriva loynitalið niður.
Loynitalið verður ikki skrásett nakrastaðni. Um tú gloymir loynitalið, mást tú bíleggja Samleikan av nýggjum.
Far undir stillingar og vel 'Strika Samleikan'. Síðani kanst tú bíleggja av nýggjum.
Tað er týdningarmikið, at tú leggur loynitalið í geyma og ikki letur øðrum tað.
Samleikin er títt talgilda samleikaprógv, og tú skalt handafara tað, sum tú hevði gjørt við eitt pass.
Samleikin liggur á tíni fareind. Gev ikki øðrum atgongd til tín Samleika. Samleikin er persónligur.
Vel eitt gott loynital, sum er lætt at minnast, men ringt hjá øðrum at gita. Legg tær tað í geyma, tí tú skalt brúka tað hvørja ferð, tú ritar inn við Samleikanum.
Samleikin hevur minstukrøv fyri, hvørjar fareindir kunnu brúka appina.
- Fyri iPhones og iPads er minstakravið iOS 13.
- Fyri Android er minstakravið Android 5.
Um tín fareind hevur eina stýrisskipan, ið er eldri enn hetta, kanst tú ikki brúka Samleikan.
Um tín telefon ella teldil ikki kann brúkast til Samleikan, kanst tú ogna tær geyman. Les meira um, hvussu tú fært geyman í leinkinum niðanfyri
Samleikin verður regluliga dagførdur, so minstakravið kann broytast.