
Hjálp við Samleikanum
Niðanfyri finnur tú vegleiðingar til Samleikan, sum kunnu hjálpa tær at brúka appina og geyman.
Um tú hevur tørv á hjálp við Samleikanum ert tú vælkomin at seta teg í samband við brúkaratænastuna.
Tú hittir okkum á telefon 1881 ella teldupost 1881@talgildu.fo
Brúkaratænastan hevur opið yrkadagar frá kl 08.00 til 16.30
Loynitalið verður ikki skrásett nakrastaðni. Um tú gloymir loynitalið mást tú bíleggja Samleikan av nýggjum.
Far undir stillingar og vel Strika Samleikan og síðani velur tú Bílegg Samleikan
Tað er týdningarmikið, at tú leggur loynitalið í geyma og ikki letur øðrum tað.
Áðrenn tú kanst brúka Samleikan, mást tú skráseta tað. Tað er skjótt og lætt. Tú kanst gera tað beinleiðis í appini ella við at møta upp persónliga á Staravegi 9 í Havn.
Minst til at tú mást hava samleikaprógv við hondina, tá ið tú skrásetur teg. Góðkend samleikaprógv eru føroysk og donsk koyrikort og pass.
Fyri at Samleikin skal kunna geva tær fráboðanir beinleiðis í appini, skal telefonin verða stilla til hetta, sí vegleiðing í leinkinum niðanfyri:
Fráboðanir frá appini
Tú byrjar innritan við at fara til heimasíðu ella app hjá tænastuveitara, t.d. vangin.fo
- Trýst á 'rita inn' og skriva títt P-tal.
- Ein mynd verður víst á innritanarskerminum og Samleikin verður virkin
- Vátta í Samleika appini at myndirnar eru eins
- Skriva persónliga loynitalið í Samleika appina
- Tú ert nú ritað/ur inn
Tú kanst rita inn við Samleikanum hjá tænastuveitarum, ið brúka Samleikan. Tú finnur yvirlit yvir tænastuveitarar á leinkinum niðanfyri:
Sí videovegleiðing hvussu tú ritar inn:
Um tú av ein hvørjari orsøk skiftir telefon ella teldil út, kanst tú flyta Samleikan á nýggju fareindina. Áðrenn tú byrjar at flyta Samleikan, mást tú tryggja tær, at tú hevur Samleika appina á báðum eindum.
Á gomlu eindini
Far til 'Stillingar' og vel Flyt Samleikan á aðra eind. Skriva síðan loynitalið. Ein QR koda kemur fram á skermin, sum tú skalt avmynda við nýggju eindini.
Á nýggju eindini
Vel 'Eg havi Samleikan á aðrari eind'. Trýst síðan á Halt áfram og eitt myndatól verður virkja, sum tú skalt avmynda QR koduna á gomlu eindini við. Aftaná verður tú biðin um at velja loynital.
Samleikin er nú fluttur.
Samleikin kann bara vera virkin á eini fareind ísenn.
Áðrenn tú kanst rita inn við Samleikanum á geyma, skalt tú gera tína teldu klára og taka eitt forrit niður. Forritið verður virkið hvørja ferð, ið tú ritar inn við Samleikanum.
Windows teldur
Hevur tú Windows teldu finnur tú forritið í Microsoft Store. Tú kanst leita eftir Nexus Smart ID ella trýsta á leinkið niðanfyri fyri at taka forritið niður:
Tú kanst lesa meira um, hvussu tú tekur forritið niður í vegleiðingini niðanfyri:
Soleiðis gert tú Windows telduna klára til geyman
Gev gætur at teldan skal ikki hava eldri stýrisskipan enn Windows 10.
Apple og Linux teldur
Apple og Linux teldur kunnu taka forritið niður á leinkinum niðanfyri:
Personal Desktop App til Apple og Linux
Um tú hevur eina Apple teldu, kanst tú brúka vegleiðingina niðanfyri:
Hevur tú Samleikan á geyma, mást tú hava eina teldu tøka fyri at rita inn. Sí vegleiðing niðanfyri, hvussu tú ritar inn við geymanum.
Tað er umráðandi, at tú velur eitt gott og trygt loynital. Loynitalið tryggjar tínar upplýsingar og títt privatlív.
Loynitalið til Samleikan skal vera seks tøl, og vit viðmæla, at tað ikki er
- ein talrøð t.d. 123456 ella 987654
- føðidagurin hjá tær ella børnunum
- telefonnummarið hjá tær
Loynitalið skal vera lætt at minnast, men ringt at gita. Loynitalið er loyniligt og persónligt og má ikki vísast øðrum.
Loynitalið skal metast á jøvnum føti við loynitalið til gjaldskort, sum er loyniligt
Skriva ikki loynitalið niður
Samleikin er títt talgilda samleikaprógv, og tú skalt handafara tað, sum tú hevði gjørt við eitt pass.
Samleikin liggur á tíni fareind. Gev ikki øðrum atgongd til tín Samleika. Samleikin er persónligur.
Vel eitt gott loynital, sum er lætt at minnast, men ringt hjá øðrum at gita. Legg tær tað í geyma, tí tú skalt brúka tað hvørja ferð, tú ritar inn við Samleikanum.
Tá ið tú bíleggur Samleikan í appini skalt tú brúka eitt samleikaprógv. Góðkend samleikaprógv til bílegging í appini eru føroysk og donsk pass og koyrikort.
Gevi gætur at tað skal vera koyrikort sum á myndini niðanfyri
Um tú ikki hevur eitt føroyskt ella danska samleikaprógv, mást tú skráseta Samleikan við persónligari uppmøting á Staravegi 9.