Minstakrav til stýrisskipan fyri at brúka Samleikan

Samleikin hevur minstukrøv fyri, hvørjar fareindir kunnu brúka appina.

  • Fyri iPhones og iPads er minstakravið iOS 13.
  • Fyri Android er minstakravið Android 5.

Um tín fareind hevur eina stýrisskipan, ið er eldri enn hetta, kanst tú ikki brúka Samleikan.

Um tín telefon ella teldil ikki kann brúkast til Samleikan, kanst tú ogna tær geyman. Les meira um, hvussu tú fært geyman í leinkinum niðanfyri

Samleikin á geyma

Samleikin verður regluliga dagførdur, so minstakravið kann broytast. Vit kunna, tá ið hesar broytingar verða gjørdar.

Hvørja stýrisskipan hevur mín iPhone?

Fyri at kanna, hvørja útgávu av stýrisskipan, iOS, tín iPhone hevur skalt tú:

  1. Far undir 'Stillingar/Indstillinger/Settings'
  2. Skrulla niður í valmyndini og vel 'General/Generelt
  3. Vel About/Om

Her sært tú, hvør IOS útgáva er á fareindini.

Hevur tú iPhone 6 ella eldri, lýkur hon ikki minstukrøvini um iOS 13.

Hvørja stýrisskipan hevur mín Android?

Fyri at kanna, hvørja útgávu av stýrisskipan tín Android hevur skalt tú:

  1. Far undir 'Stillingar/Indstillinger/Settings'
  2. Skrulla niður í valmyndini og vel 'Om telefonen/About'
  3. Vel 'Softwareoplysinger'

Her sært tú, hvør útgáva av Android tín telefon hevur.