Samleikin   /   Føroyskt   /   Hjálp   /   Virkja Samleikan
Virkja Samleikan

Soleiðis virkjar tú Samleikan

Tá ið tú hevur sent umsókn um Samleikan, verða tínar upplýsingar rættleikakannaðar í brúkaratænastuni. Tá ið umsóknin er viðgjørd, fært tú boð í appini um at virkja Samleikan. Tað gert tú við at skriva loynitalið, ið tú valdi við bílegging. Hetta er fyri at tryggja, at Samleikin verður útflýggjaður rætta persóni.

Tú mást loyva appini at senda fráboðan (notifikatión) fyri at fáa boð frá appini, um at Samleikin er klárur at virkja.

Av trygdarávum skal Samleikin virkjast í seinasta lagi fimm dagar eftir, at vit hava sent fráboðan. Um tú ikki virkjar Samleikan, fellur umsóknin burtur og tú mást søkja av nýggjum.

Á onkrum telefonum/teldlum er neyðugt at fara undir 'Stillingar' og velja 'Strika Samleikan', áðrenn tú kanst bíleggja av nýggjum.

Soleiðis loyvir tú fráboðanum á iPhone og iPad

Far inn á stillingar á telefonini. Vel síðan Samleika appina og far undir Notifikationer. Her skalt tú loyva fráboðanum, sí myndir niðanfyri

Soleiðis loyvir tú fráboðanum á Android telefonum og teldlum

Far undir stillingar á telefonini og inn á Apps. Leita eftir Samleika appini. Tá ið tú ert komin inn á Samleika appina, skalt tú velja Meddelelser/Notifications og síðan loyva fráboðanum, sí mynd niðanfyri:

Brúk fyri hjálp?

Ring 1881 ella skriva til 1881@talgildu.fo um tú hevur brúk fyri hjálp.

Brúkaratænastan er opin yrkadagar frá kl 8.00 til 16.30