
Hvat er Samleikin?
Samleikin er nýggj talgild innritan og undirskrift hjá føroyingum.
Við Samleikanum fært tú eina trygga, einfalda og føroyska skipan, sum gevur tær møguleika at brúka ein og sama hátt at rita inn við.
Samleikin fæst sum app til telefon og teldil, ella sum geymi til teldu.
Øll, sum eru fylt 15 ár og hava p-tal, kunnu fáa Samleikan.
Samleikin kemur í staðin fyri Mínlykil.
Tú kanst brúka Samleikan at rita inn á talgildar tænastur við, t.d. Vangan og Borgaragluggan.
Tú sært yvirlitið yvir tænastuveitarar, ið brúka Samleikan sum innritan á leinkinum niðanfyri:
Far til heimasíðu ella app, ið tú vilt rita inn á. Vel 'Rita inn við Samleikanum'. Síðan skrivar tú p-tal fyri at eyðkenna teg.
Sí videovegleiðing niðanfyri:
Samleikin kann brúkast sum talgild undirskrift hjá tænastum, ið brúka Samleikan.
Talgild undirskrift hevur sama rættarvirkna sum vanlig handskrivað undirskrift.
Tá ið tú skrivar undir, skalt tú í gjøgnum somu mannagongd, sum tá ið tú ritar inn.
Tað er einstaki tænastuveitarin, ið avger, um talgild undirskrift verður bjóðað brúkarunum.
Tú kanst lesa brúkstreytirnirnar á leinkinum niðanfyri.
Tú kanst lesa, hvussu tínar persónsupplýsingar verða brúktar í Samleikanum og tíni rættindi í hesum sambandi á leinkinum niðanfyri.
Skjøl og mannagongdir um Samleikan finnast á leinkinum niðanfyri: